top of page
IMG_2423.JPG

Witchy Witchery er experimentala elektroniska tónleika verkætlanin hjá eini 14 ára gamlari trans gentu úr Syðrugøtu.

 

Tónleikurin er eitt queer samanspæl millum myrka og undrandi ljóðrúmd og skríggjandi larm, har tað rútmiska sníkir seg inn í myndina í tíð og ótíð.

 

Íblásturin til tónleikin kemur eins nógv frá Arca og Björk, sum hann ger frá sci-fi- og ræðufilmum.

Hetta sæðst aftur í framførslunum, har eyguni á áskoðarunum eru límaði til eina filmskollasju, sum vekir allar kenslur í kroppinum.

 

Witchy Witchery byrjaði at gera tónleik í mai 2023, tá hon útgav eina EP á Soundcloud, sum hon hevði gjørt við samples á einari app á telefonfonini.

Video byrjaði hon at gera í november fjør, og í ár hevur hon havt tvær audio-video framførslur. Fyrstu ferð til Ravlitt í mars og aðru ferð í juni Niðri Undir Landskrona.

​

Witchy Witchery kemur á Skrapt at vísa fram eina av sínum sermerktu video-audio kollasjum.

bottom of page