Á Skrapt eru vit spent um at bjóða nýtt og uppkomandi. Eitt av nýggjaru nøvnunum er 19 ára gamla Tóra Trónd.
Tóra Trónd útgav sítt fyrsta staklag, "Stadig Væk", í 2022. Fangandi lagið varð nógv spælt í Føroyum og varð tilnevnt ársins lag á FMA sama árið.
"Tað, sum eyðkennir tónleikin hjá Tóru, er, at hann er kensluborin, melodiskur og hevur tekstir, sum eru ein samanrenning millum tað poetiska og tað erliga. Tóra er ein spennandi sangskrivari, sum øll eiga at halda eyga við, tí hon hevur risa potentiali."
Soleiðis orðaðu tey seg um Tóru Trond, tá hon herfyri framførdi fyri fullum og sali til Open Mic á Tórsgøtu.
Tóra Trónd er fødd og uppvaksin í Keypmannahavn, og í løtuni hugsavnar hon seg um tónasmíð á musikkskúla miðnám í Føroyum. Hon er longu væl ávegis í tónleikinum og hevur millum annað komponerað eina musical, sungið í big band, og luttikið í íverksetaratiltakinum “She Can Play” í Danmark.
Fylg Tóra Trónd á Instagram
Og hoyr “Stadig Væk” her: