top of page
IMG_2953.JPG

SUPERVISJÓN er eitt av leiðandi nøvnunum innan 'havnartekno' og kemur á Skrapt við eini nýggjari audiovisuellari framførslu.

SUPERVISJÓN hevur áður givið eina plátu út, FAST TRAKK, í 2023. Afturmeldingarnar úr tónleikaheiminum eru á einum máli um, at hesin tónleikurin hevur eina svaka styrki, tú ikki bara kanst seta orð á sum vanligt:

“... it is the kind of album that grabs you by the ears and holds you in place, the sonic glitches and twitches re-wiring the synapses in your brain. Your inability to categorize the sounds you’re hearing forces you to remain in the present and engaged – it’s impossible for it to slip into the background and become sonic wallpaper the way so much music does, particularly given how we consume it today.”

- Life in the Vinyl Lane, september 2024

SUPERVISJÓN hevur frá byrjanini av verið verkætlanin hjá tónleikara og tónasmiði Lasse Jæger. Hann samantvinnir háorku dansi tónleik, beats, breaks og samplingar av røddini hjá yrkjaranum Lív Mariu Róadóttir Jæger í hesa forkunnugu melodisku eindina, sum ummælarar ikki klára at ríva frá sær.

 

Seinastu tíðina hava tey bæði eisini gjørt aðrar blandaðar listarligar framleiðslur. Tey hava m.a útgivið stakyrkingar sum bóklingar, gjørt veggyrkingar úti á gøtunum og audiovisuellar innstallatiónir í ymsum samanhangum.

 

Hetta seinasta er tað, ið SUPERVISJÓN kemur at gera á Skrapt í ár. Frægasti mátin at lýsa, hvat vit skulu vænta, er at endurtaka meira úr orðunum frá Life in the Vinyl Lane:

 

“This isn’t noise, nor is it entirely avantgarde. Instead SUPERVISJÓN blends elements of acid house, glitch, and samples into arrangements that are somehow both simultaneously incongruous and cohesive. Tracks like 'AT BYGGJA' flirt with flying off the rails and exploding into a fiery ball, blasting clefs and half notes in every direction, but somehow Jæger holds it all together, imposing his musical will and bringing you back from the edge of a full-brain reboot. I couldn’t tear myself away from FAST TRAKK if I tried.”

 

www.lifeinthevinyllane.com/2024/09/28/supervisjon-fast-trakk-2023

Plátan varð eisini vald av Far Out Magazine millum 50 bestu útgávur í 2023:

www.albumoftheyear.org/list/2174-far-out-magazines-50-best-albums-of-2023

image3_edited.jpg

© 2024 Skrapt Festival

Tórshavn, Faroe islands 

bottom of page