Samrøða frá min 6:45:
Stereo Hypnosis eru tríggir legendariskir mans úr íslendska elektroniskt eksperimenterandi heiminum.
Faðir og sonur, Óskar Thorarensen og Pan Thorarensen, sum byrjaðu at gera tónleik saman mitt í nullunum. Og síðani 2012 eisini við Thorkell Atlasson.
Saman skapa teir organiskar ljóðrúmdir; organiskt elektronika í róligum ambientum stevum.
Óskar Thorarensen er ein av stovnarunum av ‘art brut’ listakollektivinum Inferno 5 (1984), ið var ein av tveimum teimum fyrstu elektroniskt eksperimenterandi bólkunum í Íslandi.
Pan Thorarensen er sonur Óskar. Hann er tónasmiður, ambientur DJ og stovnari av elektroniska festivalinum Extreme Chill Festival í Íslandi.
Komponisturin Thorkell Atlasson hevur drúgva bakgrund innan bæði elektroniskan og klassiskan tónleik.
Sum Stereo Hypnosis hava teir útgivið 5 umtóktar plátur, umframt samstarvsútgávur við víðagitnum artistum, eitt nú Christopher Chaplin, Eraldo Bernocchi and Hans-Joachim Roedelius.
Tað er okkum ein heiður at kunngerða Stereo Hypnosis afturat ársins skrá.​