Pan Thorarensen er tónleikari, framleiðari og tiltaksfyriskipari úr Reykjavík.
Hann hevur skrivað tónleik til stuttfilmar og dokumentarar og givið fleiri útgávur út undir ymsum nøvnum.
Eitt av teimum er eksperimenterandi ambient trioin “Stereo Hypnosis” í samstarvi við pápan Óskar Thorarensen og tónaskaldið Þorkell Atlason, sum hevur sáttmála við kanadiska Interchill Records – sum eisini júst er kungjørd at spæla á Skrapt í ár.
Pan og Stereo Hypnosis hava samstarvað við tónleikarar og komponistar um allan heimin, eitt nú Christopher Chaplin, Eraldo Bernocchi og Hans-Joachim Roedelius.
Pan hevur í mong ár verið ein kveikjari fyri elektroniskan tónleik av øllum slag í Islandi. Hann er stovnari av Extreme Chill, elektroniska tónleikafestivalinum, sum í 15 ár hevur savnað nógvar elektroniskar sjangrur í Reykjavík, og sum ferðast víða um og presenterar sítt egna virksemi á øðrum tiltøkum og festivalum. Eitt nú her í Føroyum á Skrapt.
Í fjør setti Pan Extreme Chill huglag í svimjihylinum sunnudagin omaná Skrapt. Pan kemur aftur í ár at leggja lag á við sínum ‘ómetaliga avslappandi’ andarúmi.​