top of page
IMG_3293 2.JPG

Hann er millum dugnaligastu framleiðarar i Føroyum, eitt framúr tónaskald og silkimjúkur sangari.

Í fjør kom Nönne fram á Skrapt live við sínum alternativa RnB, og gav ein mánaða seinni heildarútgávuna “Back To You” út.

Í ár kemur hann aftur at framføra eitt elektroniskt sett við spildurnýggjum ljóði og nýbakaðum framleiðslum, sum dansa millum House, Techno, Jungle og UK Garage. Brot úr hesum hoyrast á hesum postinum og á teasaranum, sum kom út leygardagin.

Tónleikur hevur altíð verið fremsta áhugamálið hjá Nönne, og sum nýklæktur tannáringur byrjaði hann at gera tónleik. Í skjótt 10 ár hevur hann smíðað løg, bryggjað beats og skrivað tekstir.

Hann hevur samstarvað og givið út við m.a Marius DC og Nafro – og í dag við Hxini og Ókendir.

Næst á skránni er ein EP. Men fyrst! Eitt klikkað elektroniskt sett, sum kemur at rykkja Skrapt.

Instagram

image3_edited.jpg

© 2024 Skrapt Festival

Tórshavn, Faroe islands 

bottom of page