top of page
IMG_2370.JPG

Teir veltu Skrapt um koll í fjørð og nú geva Joe & The Shitboys triðju heildarútgávu sína út, THE RESON FOR HARDCORE VIBES III.

 

Virðisløntu tvíkyndu vegansku shitpunkararnir gleða seg at aftur standa við fokk jú fingrinum hægst og vísa hana fram á skrappasta festivalinum í landinum.

​​

Provokerandi bólkurin hevur verið í Íslandi og upptikið 10 minuttir langa meistarverkið, og útgevur enn einaferð eina heila útgávu á singulplátu við 10 skeringum. Punk abbin Iggy Pop hevur longu spælt seks løg av henni á BBC6.

​

Tey seinastu árini hevur bólkurin verið á fleiri konsertferðum, og hevur m.a. spælt í Kanada, Roskilde Festivalinum, Stóra Bretlandi, vestur og eystur Evropa, og í summar hitaðu teir upp fyri ongan annan enn The Hives í Italia. Lortendarnir fáa jalig ummælir líkamikið hvar, teir koma fram.

​

Konsertinar eru orkubumbur, og eingin sleppur undan at vera við í tí, sum sker á pallinum – tí pallurin er allastaðni. Eyðkenda huglagið, sum lortendarnir altíð megna at skapa, er litað av konfrontatión, stuttleika og kærleika. Áskoðarin verður sligin við politiskum meiningum, og politiskar ósemjur halda ongum aftur. Tey illbrýntu enda við at fara upp á gólv, og øll enda við at klemmast.

bottom of page