Eksil er eitt skrapt forlag og millum mest spennandi smáu forløgini í Føroyum.
Fríggjadagin á Skrapt, 18. oktober kl 19, skipar Eksil fyri bókmenta- og listatiltaki.
Tey, ið koma at framføra, eru fyri tað mesta aktuel innan bókmentir, men eru eisini yngri, óroyndir høvundar, føroyskir og útlendskir.
Harumframt vera framførslur við eksperimenterandi ljóði og poesifilmum.
Higartil eru hesi nøvn kunngjørd:
Nansý Sunadóttir
Vónbjørt Vang
Randi Ward (US)
Lív Maria Róadóttir Jæger
Rannvá H. Mortensen
Kim Simonsen
- les nærri um tey her niðanfyri:
Yrkjarin Nansý Sunadóttir útgav í 2024 savnið 'eg hvessi mær knívin, eg komi heim'
Eitt rámandi kut úr menningargongd hjá einum ungum menniskja í dag.
Vónbjørt Vang er rithøvundur, yrkjari,
bókavørður, cand.mag í bókmentafrøði og BA í Ritlist.
Hon hevur útgivið fýra verk tilsamans. 'Svørt orkidé'
og 'Úr loggbókunum' eru hennara triðja og fjórða útgáva.
Randi Ward er yrkjari, týðari, sangskrivari og fotografur úr West Virginia, USA. Hon er MA í antropologi frá Fróðskaparsetri Føroya og hevur tvær ferðir vunnið Nadia Christensen virðislønina frá American-Scandinavian Foundation í New York.
Arbeiði hennara hevur verið prentað í t.d. Beloit Poetry Journal, Scandinavian Review, Words Without Borders, World Literature Today og mongum øðrum útgávum; og víst á Folk Radio UK, National Public Radio og PBS Newshour.
Hon hevur fingið Shepherd University’s Appalachian Photography Award, og í 2015 stovnaði Cornell University Library Randi Ward savnið í deildini fyri sjáldsama og handskrivaða tilfarið.
Lív Maria Róadóttir hevur givið út yrkingaupptøkuna ‘Mítt navn
við hondskrift’ (2014) og yrkingasøvnini ‘Hvít sól’ (2015) og ‘Eg skrivi á vátt pappír’ (2020).
Lív hevur eisini útgivið stakyrkingarnar ‘Wicked Fysikk’ og ‘De Anima, Bitch’ ígjøgnum eksperimenterandi verkætlanina Supervisjón. Ein stutt samrøða um seinnu útgávuna er her.
‘Eg skrivi á vátt pappír’ varð tilnevnd Norðurlendsku bókmentavirðislønini í 2021.
Rannvá er yrkjari og listakvinna. Hennara list fevnir um málningar, prent,
installatiónir, tekst og skulpturar. Hon hevur regluliga framsýningar í Føroyum og altjóða.
Í 2008 gav Listasavn Føroya eina listabók út um hennara verk. Í 2018 debuteraði Rannvá við
yrkingasavninum ‘Sólsmakkur’, sum vann M.A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir sama árið.
Næsta savnið, ‘Vármjólk’, kom út í 2022.
Instagram
Kim Simonsen er yrkjari og høvundi. Hann hevur skrivað sjey bøkur.
Í 2014 vann hann M.A. Jacobsens bókmentavirðisløn fyri yrkingasavnið ‘Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta ártúsundi’. Nýggjasta yrkingasavnið hjá honum, ‘Lívfrøðisliga samansetingin av einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum’, er í løtuni tilnevnt Norðurlendsku Bókmentavirðislønina.
Kim er ph.d., eigari av Forlaginum Eksil, og í løtuni er hann granskari í Íslandi. Han er týddur til fleiri mál og er víða útgivin í tíðarritum og antologi’um. Yrkingar hansara eru valdar til 2024-útgávuna av Best Poetry in Translation US Anthology.
Rannvá H. Glerfoss og Sjúrður D. Tróndheim frumframføra á Skrapt eitt spildurnýtt verk, sum dregur íblástur úr teirra felags referansuheimi.
Verkið er ein samanseting av orðum, ljóðum, og myndum.
Sjúrður er tónleikari. Rannvá er yrkjari.
Sjúrður á Instagram
Rannvá á Instagram
Anita Gudmundarson er ein føroyskur yrkjari.
Við áhuga fyri at granska kenslur og sansaligar upplivingar í yrkingum sínum, hevur Anita fingið verk prentað í
fleiri yrkingasøvnum, eitt nú “Áardunið Yrkingar” og “Okkara Yrkingasavn”, ið er eitt ungdómsyrkingasavn hjá Sinnisbati Ung.
Anita hevur framført á ymsum mentanartiltøkum og festivalum kring landið, bæði í Sirkus og Reinsarínum í Tórshavn, eins og á tiltøkum sum Ovastevnan, Skrapt Festival og á mentanarvikuni í Runavík.
Instagram
Beinir Bergsson debuteraði við savninum ‘Tann lítli drongurin og beinagrindin’, ið gav honum Ebbuvirðislønina í 2018.
Seinna savnið ‘Sólgarðurin’ frá 2022 vakti stóran ans her heima og uttanlands. Tað varð innstillað til Norðurlensku Bókmentavirðislønina í 2022 og er nú týtt til fleri mál, m.a. enskt, grekst, íslenskt og danskt.
Triðja (og komandi) yrkingasavnið ‘Náttargarðurin’ heldur fram, har ‘Sólgarðurin’ endaði. Vit eru farin inn í Sólgarðin, ið bæði er eitt ítøkiligt og eitt ímyndað stað, har vit møta ommuni og abbanum hjá eginum, men mest av øllum eini ørgrinnu av plantum við sansandi homoerotiskum yrkingum um kærleika millum menn.
Beinir er MA í týskum og BA í ritlist frá Fróðskaparsetri Føroya.
Eksil vísir fríggjakv á Skrapt nýggja yrkingafilmin, sum er samansettur av upplestri,
video og tónleiki eftir ávikavist Kim Simonsen, Thomas Koba og Heðin Ziska Davidsen.
Filmurin flytir seg millum tað mikroskopiska og tað monumentala.
Við tíðini fer alt at upploysast og hvørva, sum smáir partikklar. Enntá yrkjarin sjálvur, Kim Simonsen.
Ljóðmyndin, sum Heðin Ziska Davidsen hevur skapað, vísir seg at vera tann fullkomni fylgisveinurin. Hon virkar stundum sum veruligt, jarðbundið ljóð, meðan hon aðrar tíðir flýtur út í tað abstrakta, sigur leikstjórin Thomas Koba. Hetta bindur filmin saman og skapar tann dám, sum er neyðugur, fyri at lyfta sjónbrotini.
✍️ Kim Simonsen hevur skrivað sjey bøkur. Í 2014 vann Simonsen M.A. Jacobsen virðislønina fyri fagrar bókmentir. Hetta savnið kemur út á enskum í 2025 frá Deep Vellum Publishing í USA. Seinasta yrkingasavnið hjá honum, ‘Lívfrøðisliga samansetningin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum’, er í løtuni tilnevnt Norðurlendsku bókmentavirðislønina.
Instagram
👁️ Thomas Koba er filmsleikstjóri úr Føroyum og stovnari av framleiðslufelagnum Kovboyfilm. Í meira enn 20 ár hevur Kovboyfilm framleitt filmar. Í seinastuni er hann farin at leggja meira dent á persónligar verkætlanir, so sum hendan filmin og aðrar heimildarfilmar, har hann leitar eftir nýggjum kreativum leiðum í sínum arbeiði.
Instagram
🔊 Heðin Ziska Davidsen er tónaskald og improviserandi rock-guitaristur við stórum áhuga og forvitni fyri eksperimenterandi tónleiki. Elektronikkur, eksperimentering, modular synthir og gerandisljóð eru ein alsamt vaksandi partur av hansara tónaskapan í dag, umframt granskingin av markinum millum signal og larm. Hann er Master of Music frá Listaháskúlanum í Íslandi.
Instagram