Alt á Spotify:
- Brynjolfur hevur verið eitt leiðandi ljós á skandinaviska pallinum í meira enn eitt áratíggju og hevur framført dynamisk DJ-sett og droppað djúpar og droymandi skeringar við afturlítandi tokka.
​
Soleiðis orða tey seg á DJ MAG, sum síðani 1991 hevur verið eitt av leiðandi magasinunum innan elektroniska tónleikamentan.
​
Vit kunngerða hervið leiðandi ljósið sum næsta navn á skránni til Skrapt nú í oktober.
​​
Víðari siga tey um Brynjolf, at hesin 'prinsurin av myrkum Acid Disco', sum tey kalla hann, er kendur í tónleikaumhvørvinum fyri at framleiða fjølbroyttar produksjónir, ið draga úr ymsum elektroniskum sub-sjangrum, so sum Acid House, Old School Elektro, Tekno, Synth, Neo-Italo, House og enntá Goth.
​
Brynjolfur hevur havt ein sterkan áhuga fyri hesum tónleiki, síðan hann var heilt ungur. Tá hann búði avbyrgdur í Føroyum sum barn, upplivdi hann 90ara rave eksplosiónina og listafólk sum The Prodigy og Underworld við at hyggja at Party Zone og Alternative Nation á late-night MTV.
Hansara kærleiki til elektronska tónleikin leiddi hann til DJ-residency á fremstu House- og Techno-klubbunum í Keypmannahavn. Og hansara kunnleiki um søguna í dansi tónleiki hoyrist aftur í tí serstaka ljóðinum, hann skapar, ið bæði er nostalgiskt og framskygt í seinn.
Sum listafólk er Brynjolfur kendur fyri góðar framleiðslu eginleikar og fjølbroytni. Hann hevur útgivið eina hugtakandi røð av tónleiki og arbeitt saman við flestu av teimum fremstu í branjsuni. Tað nýggjasta úrslitið av hesum kom út 2. august. Tað er lagið "Twist", sum Brynjolfur hevur givið út saman við svenska Storken.
​
Ikki minst hevur hann eisini framført á fleiri stórum festivalum og klubbum, bæði live og sum DJ, eitt nú á Roskilde Festival, Sónar Festival og HÖR Berlin.