“ ... Hon hevur eina fantastiska rødd, og hvørt orð kemur beint frá hjartanum.
Ása spælir eitt feitt slag av fólkatónleiki, sum talar beint til føroysku fólkasálina. Hetta er sofistikerað sangskriving á einum høgum støði, har tankarnir leiða til kendar kvinnur sum Heather Nova og Lisu Ekdahl.”
- Frá Sement
Ása Helena Brynjarsdóttir eitur føroysk-íslendska songkvinnan, ið ber listanavnið ASA.
Hon er djørv, innilig og brutalt erlig. Við síni livandi rødd bergtekur hon áhoyraran og bjóðar tær inn í sítt kensluborna univers. Hon sveimar eftir tabuiseraðum gøtum og nemir sárbærar spurningar um kærleika, alkoholismu og hvussu man er vaksin.
ASA framførdi solo á Húsagongd í Sandavági í fjør, og tað var ikki fyrr enn í apríl í ár, at hon fyrstu ferð spældi við bólkinum hjá sær. Tað var til Sement kappingina, har hon vann triðja pláss, umframt at umboð fyri Spot festival í Danmark valdu ASA at spæla á ársins Spot eina viku seinni.
Vit hava gleðina av at bjóða ASA við bólki fram á Skrapt í oktober.
Trýst HER fyri at síggja framførsluna hjá ASA til Sement finaluna inni á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Hon spælir frá 9. minutti.
Hoyr tónleik hjá ASA á Souncloud leinkjuni her: