Apex Anima er solo verkætlan hjá íslendsku listakvinnuni Unnur Andrea Einarsdóttir.
Unnur byrjaði sína tónleikaleið sum sangari mitt í nullunum og hevur eitt nú sungið og gjørt tónleik saman við The Brian Jonestown Massacre á plátunum “My Bloody Underground” (2008) og “Who Killed Sgt. Pepper?” (2010).
Um somu tíð var hon eisini sangari í íslendska italo-disko bólkinum Cocktail Vomit, sum slóð ígjøgnum á kult pallinum í 2006 við løgunum “Everybody” og “Crazy Secrets”.
Hon hevur framleitt og framført við internationala kollektivinum Chicks on Speed síðan 2019 og gjørt tónleik til filmin “When the body says yes” eftir hollendsku Melanie Bonajo, sum varð sýndur á Venezia Biennale í 2022.
​​
Í 2021 gjørdi hon eitt verk til Pop Kultur Festival Berlin saman við týska dansaranum Franziska Zahl (FRZNTE), ið samantvinnir live tónleik, pole dans, 3D myndir og lasarar sum MIDI-instrument.
​
Síðani 2020 hevur Apex Anima tikið skap, og í fjør gav hon fyrstu heildarplátuna “Elf F O” út. Plátan hevur fingið góða móttøku og vann m.a. eina Kraumur Music Award 2023, ið er íslendsk virðisløn, sum árliga verður latin bestu útgávunum á íslendska marknaðinum.
Tónleikurin hjá Apex Anima er ein samanrenning av eksperimenterandi poppi og ymsum greinum av elektronika, og á pallinum bjóðar hon til eina villa estetiska og listarliga heildaruppliving.​​​​