ÓG er Óli á Grindafløtti
– ein ‘OG’ úr bólkinum Enekk, har hann er tangentleikari, og sum hevur verið virkin síðani fyrst í hálvfemsunum.
Tað var eisini um hetta mundið, Óli fór at spæla urgu í Skála kirkju, og tað hevur hann gjørt nógvar sunnu- og halgidagar síðstu áratíggjuni.
ÓG er eitt slag av samanrenning millum siðbundna organistin og verðsliga tangentleikaran.
Óli lýsir ÓG sum eitt stovuprojekt, sum snýr seg um at komprimera upplivingina av eini guðstænastu. Ofta fasa vit út, tá vit sita og lurta, og tað er eitt sindur tað, sum tónleikainnslagið, sum ÓG fer at framføra á Skrapt, lýsir.
Talan er um eina kombinatión av veruligum kirkjuljóðum, abstraktum støji og melodiskum bitum, sum saman mynda andsøgnina; at vera andaliga nærverandi og fullkomiliga hugspjaddur.
Á sjónbrotinum vinstrumegin hoyrir tú 14 sekund úr framførsluni, ÓG hevði í Gulu Smiðju ley 12. okt 2024, upptikið á fartelefon.
Instagram